Í sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum, sum Magni Husgaard hevur gjørt. Edward Fuglø hevur sniðgivið og myndprýtt og prentvirkið Cre8 hevur brotið um og greitt bókina til prentingar.
Steintór Rasmussen (f. 1960) er lærari, tónleikari og rithøvundur úr Klaksvík. Hann hevur í nógv ár spælt við bólkinum Frændum. Hann er eisini kendur sum sangskrivari í Kulum rótum og sum fyriskipari av Summarfestivalinum í Klaksvík. Steintór hevur m.a. skrivað søgur í Mína jólabók og krimigátur, sum hava verið at hoyrt í Útvarpi Føroya, og sum hava verið i barnablaðnum Strok.
Útgávur:
2005 Kular røtur
2006 Svartideyði í Svartadeyða og aðrar spøkilsissøgur
Heiður:
2006 Barnavókavirðisløn M.A.Jacobsens fyri Kular røtur