Leiku liva ... og stuttleika sær

Liss Joan Hansen
Leiku liva ... og stuttleika sær

Leikuni spæla, gera sær mat, og liva annars við í tí, sum Torkil og tey gera ymsar tíðir á árinum, á nýggjárinum, føstulávint, á páskum og um heystið.
 

Onnur bókin í røðini um leikuni, sum liva, tá ið eingin sær.
Í hesi bókini stuttleika leikuni sær óført, og tey fáa eisini ein nýggjan vin.
Tá ið tey einaferð eru í Gøtu og vitja ommu Torkil, hitta tey Nikkolinu.
Leikuni spæla, gera sær mat, og liva annars við í tí, sum Torkil og tey gera ymsar tíðir á árinum, á nýggjárinum, føstulávint, á páskum og um heystið.
Bókin er hóskandi at lesa fyri 4-6 ára gomlum børnum.

 
Útgávuár
2002
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Evni
livandi leiku
Síðutal
72
Slag
innbundin
ISBN
99918-1-273-3

Um høvundan

Liss Joan Hansen

Liss Joan Hansen (f. 1966) er fødd við Gøtugjógv og flutti til Havnar við foreldrunum, har hon gekk í skúla. Seinni flutti hon til Funningsfjørð, har hon býr í dag. Hugskotið til søgurnar fekk hon, av tí at hon var von at siga søgur fyri børnunum.

 

Útgávur:

2001 Leiku liva… tá eingin sær
2002 Leiku liva… og stuttleika sær