Triðja bókin um hønuna Minu, sum býr á einari trøð saman við ærini Æsu.
Hønan Mina er glað og væl nøgd. Hon býr á trøðni saman við Æsu og lombunum, men nú er hon kortini farin at ivast, um hon er eitt lamb.
Tað noyðist hon at kanna.
Reyður krabbi
Lydia Didriksen (f. 1957) er fólkaskúlalærari, skúlabókavørður, M.A. í føroyskum bókmentum og máli og rithøvundur. Hon býr á Argjum.
Lydia hevur verið nevndarlimur í Rithøvundafelagnum, Bókadeildini og á Skúlabókagrunninum. Fyrsti tekstur hennara stóð í tíðarritinum Brá í 1986. Lydia hevur í stuttsøgunum serliga havt ungu gentuna og kvinnuna sum evni. Umframt stuttsøgur og søgur fyri børn og ung, hevur hon ritstjórnað lesibøkur til framhaldsdeild. Hon hevur eisini skrivað stuttsøgur til Mína jólabók.
Útgávur:
1990 Skuggar
1997 Stóri Tóri og lítla Lív
1998 Hvør vil eiga myrkrið?
2009 Mia og Lias
Mona og Boas
Tula er vát
Uglan Una
2010 Mia og Lias ríma
Sasja úr Afrika
Sasja fer túr
Lena og Emil leita
2011 Mina
Vinir
2014 Einaferð var tað ...
2015 Dís
Dís rýmir
Mina og Svarti
2018 Mina, hvør eri eg?
2023 Heimurin hjá Rosu 1 - Grannalagið
Heimurin hjá Rosu 2 - Á veiðiferð
Heimurin hjá Rosu 3 - Rosa er ill
Mamma og eg og orðini
2025 Heimurin hjá Rosu 4 - Rosa leitar og leitar ...
Heimurin hjá Rosu 5 - Rosa, Rita og Manni ...