Um tú ikki kennir Naju, hugsar tú helst, at hon hevur tað gott, at hon er heppin. Hon býr í einum flottum húsum, er eitt stórt talent í svimjing og hevur nógvar vinir har.
Men okkurt er galið inni í flottu húsunum.
Svimjivinirnir vita ikki, hvat Naja heldur loyniligt fyri teimum.
Og okkurt er eisini, ið Naja ikki veit …
Hon kennir tað á sær, hon saknar uttan at vita, hvat tað er, henni leingist eftir.
Men ein dag broytist alt. Naja finnur fyrsta leiðitráðin, ið førir hana á eina ferð inn í ein fjaldan heim av lygnum og loyndarmálum.
Elin á Rógvi (f. 1976) er barnabókarithøvundur. Hon býr í Tórshavn og starvast á KVF, har hon ger barnatilfar. Elin hevur skrivað fleiri bøkur til børn í ymsum aldri. Tann nýggjasta er spennandi geymarasøguni Fornt frá 2024, sum er til størri børn. Elin á Rógvi fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2024 fyri Flytifuglar.
Útgávur:
2026 Nivinaja
2024 Fornt
2023 Flytifuglar
2019 1-1-2 Fuglafjørður
2018 Eg eri ein prinsessa
2015 Eg sá ein eingil
2014 Og mamma!
2010 JólaStrok (fløga)
2007 Mánalýsi
Lort í býin (fløga)
Heiður:
2025 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Fornt
2024 Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri Flytifuglar
2014 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs