Í tí lítla býnum hildu konurnar og menninir, at ein lítil, níggju ára gomul genta ikki kundi búgva einsamøll á Villingaváli. So ein dagin komu tveir løgreglumenn eftir Pippi fyri at koyra hana á barnaheim. Men tað vildi Pippi ikki ganga við til. Tí á einum barnaheimi kanst tú hvørki hava apur ella hestar. Tað er gott, at Pippi dámar løgregluna, tí hon ætlar sær at spæla pikk við gestunum.
Og so kunnu tey fáa sær ein kaffimunn!