Poetikus

Edward Fuglø
Poetikus

Fjórða myndabókin hjá Edwardi, hesaferð um einsamlla mannin Poetikus, sum fáur dámar

Nú er vorðið seint, og Poetikus fer at leggja seg. Hann rembir sær. geispar og setur seg á koyggjukantin.

Sofus, pappageykurin, situr við havgron á galiónsfigurinum aftan fyri hurðina.

'Bølmenni! Ótúggi! Kukkur!' letur tað úr honum.

Men Poetikus hevur longu ballað seg langt undir dýnuna.

Uttanfyri ýlir stormurin, tað leikar í, og brotini eru sum fjøll.

 

Poetikus býr í einum vita langt burturi frá fólki. Tað dámar honum best. men óveðursnætur venda upp og niður á øllum lívinum hjá Poetikusi.

Útgávuár
2012
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Myndir
Evni
tolsemi
Síðutal
31
Slag
innbundin
ISBN
978-99918-74-31-9

Um høvundan

Edward Fuglø

Edward Fuglø (f. 1965) er listamaður úr Klaksvík. Hann er útbúgvin á Skolen for brugskunst í Keypmannahavn 1987-91.
Hann er væl kendur sum myndprýðari av frímerkjum og bókum og hevur eisini prýtt bygningar við listaverkum sínum m.a. komuhøllina á Landssjúkarahúsinum.
Edward hevur havt listaframsýningar í Føroyum, Danmark, Íslandi, Svøríki, Hetlandi, Noregi og Grønlandi.

Útgávur:

2017 Gloria og Soria Mora
2014 SimmSalaBimm
2012 Poetikus
2012 Kongur
2011 Vampýrella
2009 Janus er ein stjørna
2007 Apollonia
2002 Føroyar - Putlispælið

Heiður:
1995 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
2001 Norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri myndprýðingar.
2002 Annað pláss í Schönste Briefmarke Europas