Surr

Dánial Hoydal
Surr

Eg kenni meg øðrvísi og havi ilt við at savna tankarnar í skúlanum og heima. Teir surra sum vespur. Men eg dugi at tekna.
Tá eg tekni, gerast vespurnar til firvaldar.

Hví eri eg ikki sum hini?

 

Hetta siga lesarar um bókina:

"Umaftur!" - Alda, 5 ár

"Bókin er um meg." - Anna, 8 ár

Útgávuár
2026
Rithøvundar
Upprunamál
Føroyskt
Evni
List, ADHD, skúli
Síðutal
24
Slag
Innbundin
ISBN
978-99972-3-089-8

Um høvundan

Dánial Hoydal

Dánial Hoydal (f. 1976) er føroyskur rithøvundur og týðari. Hann hevur lisið retorikk og informatikk á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Dánial hevur skrivað barnabókina Í geyma, ið beinanvegin fekk nærum kultstatus, tá bókin kom út í 2002. Í 2024 bleiv Í geyma bleiv útgivin í øktari útgávu.

Í 2021 kom barnabókin Abbi og eg og abbi út, ið fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2022 og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2022. Sama ár útgav Dánial Strikurnar.

 

Útgávur
2026 Surr
2024 Í geyma, 2. økt útgáva
2022 Strikurnar
2021 Abbi og eg og abbi
2006 Eygað í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
2002 Í geyma

 

Heiður:

2022 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Abbi og eg og abbi

2022 Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri Abbi og eg og abbi

2021 Bronze MGIP Book Award fyri Abbi og eg og abbi