Várið kemur, býurin livnar aftur, og á Norðurbrúnni flokkast áskoðarar um eina sýning við knívakasti. Men á Almanna barnaheimi hevur Mika annað at hugsa um. Tvey av teimum faðir- og móðurleysu børnunum eru farin at skulka úr skúlanum, og løgreglumaðurin Valdimar Hoff kemur við einari óvæntaðari ákæru. Mika skilir skjótt, at børnini eru uppi í onkrum, sum er vandamiklari, enn tey sjálv duga at skyna á. Fyri at bjarga teimum má hon seta sítt egna lív í váða.
Tjóvadrotningin er næsta bók í røðini Mánavindur og Hoff.