Træið

Bárður Oskarsson
Træið

Aftur ein fantastisk bók hjá Bárði, hesaferð um vinmenninar Bob og Hilbert.

Bókin hevur vunnið Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina 2018.

Útgávuár
2019 (2017)
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Síðutal
32
Slag
innbundin
Aldursbólkur
ISBN
978-99972-0-167-6

Um høvundan

Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson (f. 1972) er viðurkendur rithøvundur og teknari úr Tórshavn. Í 2004 útgav hann Ein hundur, ein ketta og ein mús, sum var fyrsta bók, sum hann bæði hevur myndprýtt og skrivað. Bøkurnar hjá Bárði Oskarsson eru týddar til fleiri mál. Tær eru komnar út í Danmark, Noregi, Íslandi, USA, Svøríki, Frankaríki, Týsklandi, Kekkia, Kanada, Bulgaria, Slovenia, Estlandi, Korea og fleiri øðrum londum.

Bárður hevur fingið nógvar stórar virðislønir m.a. Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Træið í 2018. Í 2024 fekk hann mentanarvirðisløn landsins.

Útgávur

2004 Ein hundur, ein ketta og ein mús
2007 Pól, hin kuli giraffurin
2007 Beinið
2011 Flata kaninin
2012 Stríðið um tað góða grasið
2016 Wilbert
2017 Træið
2020 Hilbert
2024 Bob

Heiður

2006 Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins
         Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs
         The Golden Pear fyri Fløtu kaninina
2018 Norðurlendska barna- og ungdómsbókmenta prísin fyri Træið
         Barna- og ungdómsbókmentaprís Útnorðurráðsins fyri Træið
2025 Mentanarvirðisløn landsins