Yrkingar

Christian Matras
Yrkingar

Heildarsavnið, ið fevnir um upprunayrkingar og týddu yrkingar Christians.

Heildarsavnið, ið fevnir um upprunayrkingar og týddu yrkingar Christians.
Anne-Kari Skarðhamar úr Oslo, sum vardi doktararitgerð um skaldskap Christians í 2001, hevur í savninum eftirskrift um yrkingarnar og týðingarnar umframt hugleiðingar um skaldið. Anne-Kari er dr.art. og lektari á Læraraháskúlanum í Oslo. Hon hevur skrivað hópin av tekstum um bókmentir, lærubøkur um bókmentafrálæru og tvørfakliga frálæru í listalærugreinum.
Í bókini er yvirlit, ið vísir, nær hvør einasta yrking er yrkt, og somuleiðis eru broytingarnar, ið hava verið frá fyrstu til endaligu útgávu, skrásettar.
Gevur útgávan yvirskot, fer peningurin óskerdur í Grunn Kristjans á Brekkumørk, ið veitir sømdargávu til fólk, sum starva til frama fyri okkara móðurmál.
Útgávuár
2004
Rithøvundar
Upprunamál
føroyskt
Evni
yrkingar
Síðutal
397
Slag
innbundin við leysari kápu
ISBN
99918-1-418-3

Um høvundan

Christian Matras

Christian Matras (1900-1988) var føroyskur yrkjari og málfrøðingur. Hann var føddur og uppvaksin á Viðareiði, gekk í skúla í Havn, í student í Sorø og las í Keypmannahavn.
Hann gjørdist doktari í málfrøði í 1933 og starvaðist sum professari í Keypmannahavn frá 1952 og á Fróðskaparsetri Føroya frá 1965. Hann var heiðursdoktari við lærda háskúlan í Íslandi og í Uppsala. Fyrsta útgáva hansara var yrkingasavnið Grátt, kátt og hátt, sum kom út í 1926. 

Útgávur:

1935 ”Burtur í øðrum heimi”, ”Columbus”, ”Gray” í Føroyskar aftursagnir.
2004 Yrkingar.

Heiður:

1965 Heiðursløn M. A. Jacobsen
1980 Heiðursløn M. A. Jacobsen fyri fagurbókmentir