Ólavur Michelsen

    1933 – 1978

    Ólavur Michelsen var føroyskur rithøvundur og lærari. Uppvaksin í Øravík. Tók læraraprógv í 1958 og var lærari í Fámjin, á Toftum, Kvívík, Sankta Frans skúla og í Kommunuskúlanum.
    Hann var virkin í politikki fyri Tjóðveldisflokkin, sat í Býráðnum í sjeytiárunum og var blaðstjóri á 14. September í seksti og sjeytiárunum.
    Hann var við til at stovna Rithøvundafelag Føroya saman við Williami Heinesen og Tummas Napoleon Djurhuus.

     

    Útgávur:

    1953 H. A. Djurhuus í Míni jólabók
    1955 Barnaríma í Míni jólabók
    1956 Sigmundur og Tróndur í Míni jólabók
    1959 Hin hvíti lomvigin í Míni jólabók
    1961 Kirkjusøga
    1964 Bragd í Brimvík í Míni jólabók
    1966 Svimjimerkið í Míni jólabók
    1969 Tá ið Eyðun gjørdi kvettið í Míni jólabók
    1970 Hundur og húsbóndi í Barnajól
    1973 Feigd og fongur í Míni jólabók
    1975 Drongurin, sum bjargaði Føroyum í Míni jólabók
    1978 Brøgd og bjørg
    1990 Rossini á Skoradali

     

    Ummæli/umrøða:

    Árni Dahl: Brøgd og bjørg. Skúlablaðið 7/1979
    tór.-: Fleiri lond vilja keypa ”Rossini í Skoradali.” Sosialurin 20. apríl 1990
    Steffen Larsen: Der var engang en hest. Aktuelt 4. des. 1990
    Sigurður Helgason: Af færeyskum hrossum. Morgunblaðið 19. des. 1990
    Nordisk Børnebogspris 1991
    Gdm-: Rossini á Skoradali. Dimmalætting 31. august 1991
    Føroysk barnabók fær virðisløn. Sosialurin 31. august 1991
    Elin Súsanna Jacobsen: Rossini í Skoradali. Brá nr. 17 1991
    Bjørg Matras Jensen: Rossini í Skoradali. Skúlablaðið nr. 2 1992
    Erhard Jacobsen: Og so veit eg eina vakra søgu. Bls. 128-133. Bókadeild Føroya Lærarafelags 2006

     

    Heiður:

    1991 Norðurlendska Barnabókavirðislønin

     

     


    Útgávur