Jón Sonni Jensen

Jón Sonni Jensen er føddur í 1988. Hann er útbúgvin myndlistamaður frá Norwich University of the Arts í Norwich, Onglandi (2009-2012), og hevur arbeitt sum listafólk burtur av síðan 2016. Tó hevur hann verið virkin á føroyska listapallinum síðan 2007.

Jón Sonni hevur eina ørgrynnu av royndum innan myndlistaøkið, bæði sum myndlistafólk, kurator og nevndarlimur í fleiri mentanarnevndum. 

Fleiri av verkum hansara eru keypt av stórum keyparum s.s.: Ny Carlsbergfondet og Betri, og eru við í fleiri týdningarmiklum søvnum hjá m.a.: Listasavni Føroya, Kongliga Listasavninum, Tórshavnar Kommunu o.ø.

Eisini arbeiðir hann við grafiskari sniðgeving, myndprýðing, innandurað sniði, undirvísing, skeiðshaldi og seyming.

Sí meira um royndir og list hansara á: www.jonsonnijensen.com

 

(Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

 

Myndprýðingar:

2009 Tula er vát (Lydia Didriksen)
         Uglan Una (Lydia Didriksen)
         Vinni vespa (Oddvør Johansen)
        Sjúrður og dvørjamoy, Mín jólabók
        Hundanstíð, Mín jólabók
        Ongin inni, Mín jólabók
        Vit eru ikki vinkonur, Mín jólabók
2010 Mín jólabók
2014 Einaferð var tað ...
2023 Heimurin hjá Rosu 1 - Grannalagið
         Heimurin hjá Rosu 2 - Á veiðiferð
         Heimurin hjá Rosu 3 - Rosa er ill

 


Útgávur