Beinta Johannessen (f. 1973) er úr Tórshavn. Hon er ritstjóri á Míni jólabók saman við Turið Kjølbro og blaðstjóri á STROK og Píka7.
Hon hevur eisini myndprýtt bøkur og søgur í STROK og Míni jólabók.
Útgávur
2011 Heiðafuglur í Føroyum
Sjófuglur í Føroyum
2012 Firvaldur í Føroyum
Smáfuglur í Føroyum
2013 Lívið á sjósavni
2014 Úti í rúmdini
2016 Eg og mítt kelidýr. Kanin
2017 Sjófuglur í Føroyum. 2. upplag
2018 Eg og mítt kelidýr. Hundur
Eg og mítt kelidýr. Ketta
2020 Surrandi og krúpandi smákykt
2021 Føroyska rossið