Delia Ciccarelli (f. 1975) er italsk listakvinna. Hon hevur altíð teknað og málað.
Hon las byggifrøði nøkur ár, men fór so at arbeiða í einum filmstudio, sum gjørdi animatiónsfilmar. Síðan fór hon á myndlistaskúla í Rom og tók prógv har trý ár seinni.
Delia arbeiðir við myndlist bæði í Italia og øðrum londum. Hon hevur myndprýtt eina røð av bókum. Hon fall fullkomiliga fyri Føroyum og seliga Mykinesi fyrstu ferð, hon var og vitjaði her, og síðan hevur hon vitjað aftur fleiri ferðir. Á einum á hesum ferðunum møtti hon Vár Berghamar Jacobsen í Mykinesi, tær fóru at práta, og tað so væl, at tær samdust um at fara at arbeiða við einari bók, sum Vár hevði skrivað um lundar. Saman hava tær gjørt bøkurnar um Ludda og Lundisu.
Myndprýðingar:
2018 Luddi og Lundisa
2019 Luddi og Lundisa spegla sær
2020 Luddi og Lundisa og ein risapisa
2022 Luddi og Lundisa fara langa leið