Dina Gellert

Dina Gellert

Dina Gellert (f. 1961) er danskur myndprýðari. Fyrsta bókin, hon hevur myndprýtt, er Den dag Leopald blev ond, sum kom út í 1994, síðani hevur hon myndprýtt eitt hav av bókum og er sera væl kend og dámd í Danmark.
Í samband við útgávuna av Barnasálmabókini kom Dina til Føroya at vitja fyri at hyggja at kirkjum og landslagi og gera skitsur. Niðurafturkomin setti hon seg at tekna myndir til teir føroysku sálmarnar, sum hon var sera hugtikin av.

 

Myndprýðingar:
2012 Barnasálmabókin

Bøkur