Dorte Karrebæk

Dorte Karrebæk

Dorte Karrebæk (f. 1946) er danskur myndprýðari og rithøvundur. Hon hevur útbúgving sum reklamuteknari frá Listahandverkaraskúlanum í Keypmannahavn.
Hon ger plakatir, myndprýðir yrkisbøkur og skúlabøkur. Hon hevur eisini myndprýtt smábarnabøkur, myndabøkur, barna- og ungdómsbøkur.
Hon er strikuteknari og brúkar eisini myndalán. Persónarnir hava mangan stórar føtir og hendur. Tað avlagaða, groteska ella dreymakenda gongur aftur í verkum hennara. Hon hevur verið satiriskur teknari á Weekendavísini síðani 2001.
Hon undirvísir eisini í tekning og máling. hon hevur havt framsýningar bæði í Danmark og útlondum.

 

Myndprýðingar:
2003 Nú dansa bløðini, góðan dagin, eg eiti Harmonika, Tá ið vetur er hjá øllum øðrum, Endiliga, Ein spurningur í Ein halastjørna er komin

Bøkur