Bøkur
Nýggjar útgávurBøkur 0-3 árBøkur 3-6 árBøkur 6-9 árBøkur 9-12 árUngVaksinKrabbabøkur og krossfiskar
RithøvundarMyndlistafólkBókadeildinAbout BFLForeign Rights
StrokLærarafelagiðSkúlablaðiðBókaklubbinBókamiðsølanPíkasjey
StrokLærarafelagiðSkúlablaðiðBókaklubbinBókamiðsølanPíkasjey
Bøkur
Nýggjar útgávurBøkur 0-3 árBøkur 3-6 árBøkur 6-9 árBøkur 9-12 árUngVaksinKrabbabøkur og krossfiskar
RithøvundarMyndlistafólkBókadeildinAbout BFLForeign Rights

    Ingun Christensen

    Ingun Christensen er føroyskur rithøvundur, fødd í 1968 og uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa.
    Ingun búði eini 7-8 ár í Danmark, har hon tók útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum.
    Hon hevur arbeitt innan ferðavinnuna, men hesi mongu seinastu árini hevur hon arbeitt sum korrespondentur, skrivari og týðari.
    Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum fevnir um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað er meira innan tað fakliga.
    Sum barn/ung dámdi henni sera væl at skriva, gjørdi sína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Hesi seinastu árini er hon so av álvara farin í gongd við at skriva og dámar ótrúliga væl at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving. Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í kvinnu í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin.
    Bókmentir hava altíð havt ein stóran leiklut frá barni av, og hon hevur altíð lisið nógv. Tá ið tað kemur til barnabókmentir eru yndishøvundarnir m.a. Astrid Lindgren, H.C. Andersen, Brøðurnir Grimms, Thorbjørn Egner og Mark Twain.
    Ingun býr í Hósvík og eigur ein son.

     

    Útgávur:

    2010 Garðvættrarnir gera uppreistur
    2013 Eiturkoppaprinsessan
             Jóladunnan í Míni jólabók
    2014 Rani - ein nýggj byrjan
    Ein lítil dukka í reyðum morgunskóm í Míni jólabók
    2015 Rani - Vár og vónir
             Sparijól í Míni jólabók
             Skuggamyndir
    2016 Skeggjasíði í Míni Jólabók
    2017 Annika í Dímun
    2017 Tuflurnar og silvurlittu skógvarnar í Míni jólabók
    2018 Katrin í Toftum
             Marin og Hjartavætturin
             Eingin tíð í Míni Jólabók 2018
    2019 Marin fær ein lítlabeiggja
             Húsfrúgvin í Húsavík
             Løgmansdóttirin á Steig
             Mín jólabók
    2020 Jólamaðurin og Klokkulina í Míni jólabók 
    2022 Sólgrátur

     

    Ummæli:

    Vár í Ólavsstovu: Skuggamyndir. Skúlablaðið nr 1/2016
    Sólfinn Hansen: Skuggamyndir. Varðin bd. 84, nr 2 2017
    Rune Bengtsson: Skuggbilder - en anmälen. www.samfundet-sverige-faroerna.se 19. okt. 2018
    Bo Bjelvehammer: Resans formler och innehåll. Magasin Opulens 22. februar 2019
    Klára Anna Josefsdóttir Abrahamsen: Marin og hjartavætturin. Píka7, nr. 1, februar 2019
    Olivia Reinert Joensen, 13 ár, ummælir Sólgrát. STROK. nr. 4, mai 2022

     

    Umrøða:

    Silja Aldudóttir: Annika í Dímun - ein sagnarkvinna sleppur til orðanna. Skúlablaðið 6/2017
    Samrøða við Ingun Christensen um Sólgrát í KVF, 2. mai 2022 

     

    Heimasíða:

    www.inguncblog.com

     


    Útgávur

    Annika í Dímun
    Eiturkoppaprinsessan
    Garðvættrarnir gera uppreistur
    Húsfrúgvin í Húsavík
    Løgmansdóttirin á Steig
    Marin fær ein lítlabeiggja
    Marin og Hjartavætturin
    Mín jólabók 2013
    Mín jólabók 2014
    Mín jólabók 2015
    Mín jólabók 2016
    Mín jólabók 2017
    Mín Jólabók 2018
    Rani - Ein nýggj byrjan
    Rani - Vár og vónir
    Skuggamyndir
    Sólgrátur
  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
  • FO 100 Tórshavn
  • +298 61 76 44
  • bfl@bfl.fo
  • Fylg okkum á

Facebook

Instagram

Youtube

  • Les meira

  • Bøkur
  • Rithøvundar
  • Myndlistafólk
  • Týðarar
  • Um okkum

  • Bókadeildin
  • Foreign rights
  • Privatpolitikkur
  • Vit eru eisini

  • Bókaklubbin
  • Strok
  • Píka7
  • Skúlablaðið
  • Lærarafelagið
  • Bókamiðsølan