Bókaárið 2025

09.01.2026
Hol er sett á eitt nýtt ár, og vit fegnast um eitt gott bókaár. 2025 var, umframt at vera merkt av spennandi bókum og bókatiltøkum, eisini merkt av broytingum, har Sigfríður S. Sólsker tók við sum nýggjur stjóri á Bókadeildini. Vit á Bókadeildini vilja við hesum takka rithøvundum, myndlistafólkum, týðarum, lesarum, limum í Bókaklubbanum og øllum samstarvsfeløgum fyri eitt gott ár!

Árið í stuttum

Bókadeildin gav út 70 bøkur í 2025. Av hesum vóru 10 upprunaføroyskar bøkur av ymsum slag. Bókadeildin gav saman við Námi út 16 krabbabøkur og 8 bøkur í krossfiskarøðini. Harumframt vóru sjey bløð av teimum báðum barnabløðunum STROK og Píka7 útgivin og seks útgávur av Skúlablaðnum.

 

Bárður Oskarsson fekk Mentanarvirðisløn landsins

Listamaðurin og rithøvundurin Bárður Oskarsson fekk Mentanarvirðisløn landsins 2025.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur, og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

Í grundgevingini at lata Bárði Oskarsson Mentanarvirðisløn landsins 2025 stóð m.a.:

»Við heimspekiligum hugflogi arbeiðir Bárður Oskarsson við eini undran um, hvussu vit menniskju eru samansett og bera okkum at. Serstakt hegni og hugflog sást longu í fyrstu bókini, Ein hundur, ein ketta og ein mús, ið kom út í 2004.

Bárður Oskarsson lýsir grundkorini og umstøðurnar, ið vit sum menniskju eru fødd inn í. Bøkurnar eru til børn eins væl og vaksin og verða lisnar um allan heim. Í meiri enn tjúgu ár hevur Bárður Oskarsson verið okkara mest týddi rithøvundur. 

 

Sigfríður S. Sólsker er nýggjur stjóri á BFL

Eftir 39 ár á Bókadeildini er Niels Jákup Thomsen farin frá fyri aldur sum stjóri. Nýggi stjórin er Sigfríður S. Sólsker, sum hevur verið leiðari á útgávudeildini á Námi.

 

Upprunaføroyskar bøkur

Bókadeildin gav út tólv upprunaføroyskar bøkur í 2025:

 

1. Sjókæti A-OY

Alt frá álli til svørðfisk – ringt at ímynda sær alt tað, sum fjalir seg undir vatnskorpuni. Halt ondini og kava niður í undirsjóvarstavraðið. Sólrún Michelsen hevur skrivað, og Annika Øyrabø gjørdi myndirnar.

2. Áh óh góða nátt

Fitt smábarnabók um Stóru og Lítlu, sum skulu sova, men Lítla bara vøsar. Jenny Kjærbo hevur skrivað og gjørt myndirnar.

3. Skrímslaveitsla

Lítla skrímsl ætlar at halda eina rimmarveitslu. Skrímslini gera nógv burturúr, men hvør man fara at koma í veitslu? Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir hava skrivað. Áslaug Jónsdóttir hevur gjørt myndirnar.

4. Djarva Sára Skinfluga

Fitt og stuttlig myndabók um Sáru Skinflugu, sum skal í veitslu, men ikki torir út í regnið. Mourits Mohr Joensen hevur skrivað, og Jórunn Davidsen hevur gjørt myndirnar.

5. Lita við djarvu Sáru Skinflugu

Litibók við øllum vinunum úr stuttligu bókini Djarva Sára Skinfluga, sum Mourits Mohr Joensen hevur skrivað. Jórunn Davidsen hevur gjørt myndirnar í bókini og í litibókini.

6. Okkara loyniliga stað – norðurlendskar stuttsøgur

Savn við ellivu stuttsøgum úr Norðurlondum. Søgurnar snúgva seg um bæði vinalag og einsemi. Lydia Didriksen og Hanna Højgaard hava skrivað føroysku søgurnar.

7. Rúnaspá - Snjómánafólkið 1

Ungdómsbók eftir Ingun Christensen. Søgan gongur fyri seg í jarnøldini í einum heimi við vølvum, skjaldmoyggjum og prestinnum við serligari megi. Vit fylgja 14 ára gomlu Sagu, sum skal á eina vandamikla ferð saman við úlvinum Skinnhvíta.

8. Mín jólabók 2025

Hugnalig jólabók við søgum, stuttligum yrkingum, flottum tekningum og øðrvísi ítrivum at hugna sær við. Í 2025 vóru 75 ár síðan fyrsta jólabókin varð útgivin. Ingun Christensen hevur skrivað adventssøguna.

9 og 10. Heimurin hjá Rosu 4 og 5

Lydia Didriksen hevur skrivað, og Jón Sonni Jensen hevur myndprýtt bøkurnar um kettuna Rosu við skemtiligum og elskuligum djórum og vøkrum, litríkum myndum.

11. Brúsajøkul

Jens Pauli Heinesen skrivaði søgurnar um Brúsajøkul miðskeiðis í síðstu øld, og tær hava staðið á prenti í Míni jólabók. Tær vóru savnaðar í heildarútgávu í 1987 við tekningum, sum Óli Petersen hevði gjørt. Myndprýðingarnar á hesi nýggju útgávuni hevur Edward Fuglø gjørt.

12. Í geyma

Klassikarin hjá Dániali Hoydal frá 2002 kom í nýggjari øktari útgávu, har hann hevur skrivað ein kapittul aftrat. Hanni Bjartalið hevur gjørt myndirnar.

 

Hesar bøkur fingu flog undir veingirnar

Tað er altíð stuttligt, tá føroyskar barnabøkur verða týddar til onnur mál. Hesar bøkur vórðu útgivnar uttanlands í 2025:

·         Wilbert eftir Bárð Oskarsson - Kroatia

·         Áh óh eftir Jenny Kjærbo - Estland

·         Toran gongur eftir Rakel Helmsdal - Noreg og Estland

·         Eg vil eisini eftir Guðrið H. Jacobsen og Henny Dánialsdóttir - Norðurmakedónia

·         Svansibob eftir Joan Waag Høgnesen og Hans Jacob Østerø - Estland

·         Flata kaninin eftir Bárð Oskarsson – Holland

·         Í morgin fari eg aftur at spæla við babba eftir Helenu Kannuberg og Lenu Nicolajsen – Sri Lanka

 

Týðarar

Týddu bøkurnar úr farna árinum vóru týddar úr enskum, svenskum, norskum og donskum.

Hesi týddu fyri Bókadeildina í 2025:

Silja Aldudóttir, Beinir Bergsson, Julia Rutt Petersen, Guðrið Rubeksen, Ingun Háberg, Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, Bergur Rasmussen, Tórarinn Niclasen á Rípuni, Ragnar Sigrunarson, Niels Jákup Thomsen, Kristianna Poulsen, Vagnur Streymoy, Marna Jacobsen, Sanna A. Dahl, Annika Dalsgaard, Markus Hammer, Turið Sigurðardóttir, Tóri Rasmussen, Elin Súsanna Jacobsen, Sigurlaug Fossdal, Hjørdis Heindriksdóttir, Gunnhild Dahl Niclasen, Rannvá Skeel, Tordis Johannesen, Ólavur Egholm, Annika Dalsgaard og Turið Kjølbro.