Bókaframløga: Bjarta bustar tenn
20.01.2026
Leygardagin 7. februar kl. 14 skipar Bókadeildin fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á Býarbókasavninum í Havn.
Bjarta bustar tenn er myndabók til smábørn, sum Silja Aldudóttir hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt.
Bjarta hevur fínar tenn, sum kunnu brúkast til alt møguligt. Nú er songartíð. Kom og busta tenn, Bjarta! Men Bjarta tímir yvirhøvur ikki at busta tenn ...
Kom og hoyr um fittu Bjartu, sum brølar sum ein farlig bjørn, tá hon skal busta tenn. Eitt barnakór fer at framføra, Silja fer at lesa søguna, og Lena fer at tekna Bjartu saman við børnunum.
Silja Aldudóttir er rithøvundur úr Havn. Hon hevur lisið føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya og starvast sum ritstjóri á Bókadeildini. Hon útgav barnabókina Ódjór í 2022. Hetta er hennara fyrsta bók til smærri børn.
Lena Nicolajsen er sniðgevi og myndprýðari búsitandi í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin á Danmarks Designskole og hevur m.a. myndprýtt fleiri barnabøkur.
SKRÁ
- Barnakór frá Musikkskúlanum í Havn framførir nakrar sangir
- Rithøvundurin, Silja Aldudóttir, lesur søguna
- Tekniverkstova fyri børn við myndprýðaranum, Lenu Nicolajsen
- Drekkamunnur og bókin verður til sølu fyri serprís
-
05.05.2026Bókaframløga fyri børn: Sukurvatt
-
28.04.2026Kalt blóð endiliga aftur at fáa
-
07.04.2026Bókaframløga: Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda
-
26.03.2026Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2026
-
23.03.2026Vælvitjaður Bókaklubbadagur í Klaksvík
-
18.03.2026Vit telva 1-8 eru aftur at fáa