Bókaframløga: Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda
Um bókina:
Luddi og Lundisa finna eina rúgvu av tómum holum í lundalandi. So fáa tey eitt ordiliga gott hugskot.
„Kom og spæl krógva og blunda," sigur Lundisa.
„Ja, lunda-krógva og blunda!" sigur Luddi.
Hetta er fimta bókin um fittu lundapisurnar í Mykinesi.
Vár Berghamar Jacobsen er leiklistafrøðingur, sjónleikari og rithøvundur úr Tórshavn. Vit kenna hana m.a. frá jólakalendarum í KVF og Likkulikkuleia.
Vár hevur eisini skrivað leikritið til Jól í Grannalagnum, sum varð sent sum jólakalendari í útvarpinum í 2007, og í 2025 var leikurin vístur sum sangleikur.
Luddi og Lundisa byrjaðu sum ein barnaleikur í 2018, og síðan eru fimm myndabøkur um lundapisurnar komnar út, sum italska listakvinnan Delia Ciccarelli hevur myndprýtt.
SKRÁ
☀️ Barnakórið Nova 2 og 3 frá Musikkskúlanum í Havn framførir nakrar sangir
☀️ Rithøvundurin, Vár Berghamar Jacobsen, lesur søguna
☀️ Drekkamunnur og bókin verður til sølu fyri serprís
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.
-
26.03.2026Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2026
-
23.03.2026Vælvitjaður Bókaklubbadagur í Klaksvík
-
18.03.2026Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
-
17.03.2026Bókaklubbadagur í Klaksvík
-
11.03.2026Toran gongur millum 18 tær bestu í Estlandi
-
24.02.2026Hevur tú eina søgu til Mína jólabók 2026?