Hevur tú eina søgu til Mína jólabók 2026?
Mín jólabók er komin út síðan 1950, og hon er á hvørjum ári millum best seldu bøkur í Føroyum. Í fjør var hon útseld. Í bókini eru upprunaføroyskar søgur og myndprýðingar, einstakar týðingar og jólaítriv. Málbólkurin er umleið 7-10 ára gomul børn.
Fyri tveimum árum síðan fekk Mín jólabók Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, har tað eitt nú í grundgevingini verður sagt, at «Jólabókin er krúnan á árligu barnabókaútgávuni».
Vit eru byrjað at fyrireika ársins jólabók, so sig okkum frá áðrenn 15. mars, um tú hevur eitt hugskot og ætlar at skriva eina søgu, sum skal við í bókina.
Søgur: Vit seta ikki treytir til innihaldið, uttan at tað er hóskandi til aldursbólkin. Søgan skal ikki verða longri enn 8.000 eindir, tá ið alt er íroknað.
Myndprýðingar: Send okkum myndatilfar við telduposti at meta um. Síðani er møguleiki fyri, at tú fært søgur at myndprýða.
Bæði royndir og óroyndir rithøvundar og myndprýðarar eru vælkomnir at senda okkum tilfar. Samsýning verður latin fyri tilfar, sum kemur við í bókina.
Freistin at lata søgu og yrking er 5. mai.
Send til ritstjórnina á teldupost: turid@bfl.fo
-
04.02.2026Í morgin fari eg aftur spæla við babba tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2026
-
20.01.2026Bókaframløga: Bjarta bustar tenn
-
09.01.2026Bókaárið 2025
-
22.12.202530 ár við góðum søgum frá Rakel Helmsdal
-
31.10.2024Elin Michelsen fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024
-
17.10.2024Bob vann gull í Frankfurt