Mentanarnáttin 2026
01.06.2026
Fríggjakvøldið 5. juni er mentanarnátt í Havn. Bókadeildin skipar fyri søguløtum fyri børn í Býarbókasavninum. Støkk inn á gólvið og hoyr eina góða søgu ella báðar tvær.
Barnabókarithøvundar lesa upp úr egnum myndabókum:
- Rakel Helmsdal lesur Skrímslaveitsla
- Vár Berghamar Jacobsen lesur Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda
- Sólrún Michelsen lesur upp úr Sjókæti A-OY
- Silja Aldudóttir lesur Bjarta bustar tenn
- Mourits Mohr Joensen lesur Djarva Sára Skinfluga
- Elsubeth M. Fossádal lesur Sukurvatt
- Helena Kannuberg lesur Í morgin fari eg aftur at spæla við babba
Søguløturnar vera á niðastu hædd í Býarbókasavninum í Havn kl. 17.00 - 19.00. Vit síggjast!
-
02.06.2026Nýtt STROK og Píka7 eru úti nú!
-
01.06.2026Myndir frá bókaframløguni við Heimalambið Nella
-
26.05.2026Bókaframløga: Heimalambið Nella
-
05.05.2026Bókaframløga fyri børn: Sukurvatt
-
28.04.2026Kalt blóð endiliga aftur at fáa
-
07.04.2026Bókaframløga: Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda