Myndir frá bókaframløguni við Heimalambið Nella

01.06.2026
Sera nógv fólk vóru til hugnaligu bókaframløguna. Onkur tók til, at tað var sannur nellufepur í Klaksvík.
Leygardagin á norðoyastevnu var bókaframløgu í Klakvíkar bókasavni við fittu og stuttligu bókini, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt.
-
Gunrið Kallsberg prátaði við Bettu og Janu um bókina
Skúlakórið á Skúlatrøð sang, og tað sæst, at bókasavnið var fult
Betta á Dalinum handar Jónleifi Johannesen, skúlastjóranum á Skúlatrøð, eitt eintak av bókini, tí hann mangan hevur skemtað og yrkt tættir um Nellu
Bókadeildin ynskir Bettu og Janu hjartaliga til lukku við bókini!
Barnakórið bíðar uttanfyri
Betta signeraði nógvar bøkur
Rithøvundur og myndprýðari saman við ritstjórunum Turið Kjølbro og Sannu Dahl.