Skúlatiltak: Snjómánafólkið - Ingun Christensen og Eyð Matras

04.10.2026
Fyri 7.-10. flokk á Bókadøgum 2026. Tak flokkin við til spennandi rithøvundaprát. Snjómánafólkið er nýtt ungdómstríverk eftir Ingun Christensen. Fantasy-røðin gongur fyri seg í jarnøldini. Fyrsta bókin Rúnaspá kom í 2025, og nú kemur onnur bók Friðleys.

Í samrøðu við Eyð Matras fer Ingun at greiða frá bókunum, hugleiða um at skapa út frá hugflognum og lesa upp. Høvi verður at seta Ingun spurningar.

Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla Saga eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at tær eru bundnar av blóði. Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnulesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.

Saga litar silvurlitta hárið, fjalir arrið í pannuni og ferðast einsamøll avstað saman við úlvinum Skinnhvíta. Hon ætlar sær í læru sum skjaldmoyggj hjá tí máttmiklu vølvuni í Vesturlandinum, eins og Thyra. Hon má læra at brúka vápn, og hon má vera til reiðar at gera alt, sum skal til.

Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið. 

 
Tíðspunkt: Frí. 13. november 2026, kl. 10.30
Longd: 45 min.
Høli: Skálin í Norðurlandahúsinum
Málbólkur: 7.-10. flokkur

MELDA TIL