Toran gongur millum 18 tær bestu í Estlandi

11.03.2026
Toran gongur hjá Rakel Helmsdal er kosin at vera millum 18 tær bestu barnabøkurnar útgivnar í Estlandi í 2025.
Í dag frættust stuttlig tíðindi úr Estlandi.
Toran gongur hjá Rakel Helmsdal er kosin at vera millum 18 tær bestu barnabøkurnar útgivnar í Estlandi í 2025. Andry Arro hevur týtt bókina úr føroyskum til estiskt. Forlagið Kirjastus Nordur gav bókina út.
Bókadeildin gav Toran gongur út í 2023. Hon er eisini útgivin í norskari týðing eftir Lars Moa. Orkana gav bókina í Noregi.