Ung lesa – nýtt poddvarp um ungdómsbøkur

07.07.2026
Ung lesa er poddvarp um ungdómsbøkur og verður sent í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Systrarnar Jóna Reinert Joensen og Olivia Reinert Joensen, sum eru ávikavist 15 og 17 ár, fara saman við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, at tosa um, hvørjar bøkur teimum dámar og hví. Tær fara í dýpdina og práta um bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika – sæð við ungum eygum.

Jóna og Olivia vilja geva lurtaranum íblástur til næstu bókina at fara í holt við og geva ungum hug at lesa. Poddvarpið fer bæði í dýpdini við einstøkum bókum og viðger ymisk evni, eitt nú kærleika. Tær báðar hava ummælt bøkur í Strok í fleiri ár. Spurdar um, hvussu tað var at gera útvarp, svara tær, at tað er kul. ”Vit plaga altíð at tosa um bøkur,” sigur Olivia, ”so tað er ordiliga deiligt, at vit kunnu fortelja øðrum um bøkurnar, sum vit elska.”

Hóast Bókadeild Føroya Lærarafelags sum forlag er við til at framleiða poddvarpið, so hava Jóna og Olivia frítt rásarúm at vera erligar og siga tað, tær vilja, um bøkurnar. ”Men enn hevur ikki verið nøkur bók, okkum ikki hevur dámt,” sigur Jóna við einum smíli.

Ung lesa er partur av Føroyar lesa, og allir partarnir snúgva seg um ungdómsbøkur á føroyskum. Spurd um, hvørjir fyrimunir eru við at lesa føroyskar bøkur, svarar Silja: ”Bøkur geva okkum fleiri orð, og vit fáa málið upp á ein meira samansettan máta. Umframt tær góðu søgurnar sjálvandi!”

Sambært Jónu og Oliviu er tað minst líka spennandi, um ikki meira spennandi, at lesa eina bók sum at hyggja eftir Netflix. ”Tá kann mann vera inni í høvdinum á persónunum og skapa sínar egnu myndir.”

 

Ung lesa kemur hvønn týsdag í summar, átta partar til samans. Fyrsti partur snýr seg um bókina Rúnaspá hjá Ingun Christensen og verður at hoyra í Kringvarpinum í dag kl. 16.05. Allir partar vera eisini tøkir á kvf.fo, og har tú lurtar eftir poddvarpum.

 

LURTA HER