Saknaði sonurin

Jennifer Henke

Forvitnislig bók um fuglfirðing, sum familjan og unnustan mistu sámbandið við í tjúgunum

Miðskeiðis á sumri í 1997 lendir Jennifer Henke á flogvøllinum í Vágum.

Í viðførinum hevur hon ein seðil, við nøkrum fáum nøvnum á familjuni í Føroyum. Hetta, vónar hon, fer at hjálpa henni at finna familjuna hjá pápa hennara, Hans N. Jacobsen, ið sum ungur maður, fór til skips og ongantíð kom aftur.

Ì viðførinum hevur hon eisini brøv, skrivað á donskum í árunum 1917 til 1924 og ovast á hvørjum brævi stendur ’Fuglefjord’.
Púra einsamøll er hon komin til heimlandið hjá pápanum uttan at hava boðað nøkrum frá.
Saknaði sonurin er søgan hjá Jennifer Henke um pápan, sum treyðugur tosaði um heimland sítt, um familjuna í Føroyum, og um brævasamskiftið millum pápan og unnustuni í heimbygdini og familjuna annars.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2008
  • Jennifer Henke
  • Lena Jacobsen
  • enskt
  • ættarsøga, ferðasøga, kærleiki
  • 278
  • innbundin
  • 978-99918-1-649-4