Bòkadeildin
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Bókadeild Føroya Lærarafelags varð sett á stovn í 1956.
Bókadeildin er forlag, ið gevur út barna- og ungdómsbøkur. Harumframt geva vit út barnablaðið Strok og Skúlablaðið, sum er málgagn hjá Føroya Lærarafelag.
Vit geva umleið 80 bøkur út um árið. Vit hava eisini givið út e-bøkur, sum kunnu keypast á vitra.fo
Umframt at ritstjórna bøkurnar, vit sjálvi geva út, átekur forlagið sær av og á at ritstjórna bøkur hjá øðrum og standa fyri prenti. Tá ið vit hava átikið okkum uppgávuna, standa vit fyri øllum arbeiði, til bókin er liðugt prentað. Hetta verður sjálvandi gjørt í samstarvi við tann, ið ætlar at geva bókina út. Tað vil í flestu førum siga, at vit syrgja fyri uppseting, rættlestri, myndum og prenti.
Starvsfólk
Á Bókadeildini starvast fýra fólk:
|
Niels Jákup Thomsen +298 617644
|
|
Marna Jacobsen +298 617643
|
|
Turið Kjølbro +298 617642
|
![]() |
Silja Aldudóttir +298 617645
|
![]() |
Kristianna Poulsen +298 235777 |
|
Beinta Johannessen
|
Nevnd
At stjórna Bókadeildini velir Føroya Lærarafelag nevnd, sum aloftast eru skúlabókavørðar. Í nevndina sita: Oddmar Ravnsfjall, formaður, Jenny Lydersen, Anja Pálsdóttir, Tórarinn Niclasen á Rípuni og Kristianna Poulsen. Skrivari í nevndini er Niels Jákup Thomsen..
Bókaklubbin
Í 1986 var Bókaklubbin settur á stovn, hann var í 1991 víðkaður við bókaklubbanum Ung. Endamálið var at geva fólki høvi at ogna sær bíligar bøkur og eisini at økja um søluna av bókum, av tí at tað fáa staðni í landinum vóru og enn eru bókhandlar.
Í dag er klubbin býttur upp í fimm bólkar frá 0 ár og til ungdóm.
Bøkur koma út í hvørjum bólki fýra ferðir fyrra hálvár og fýra ferðir seinna hálvár.
Síðani 2006 hevur eisini borið til hjá klubbalimum at keypa bøkur beinleiðis á netinum við at fara inn á bokaklubbin.fo.
Mín jólabók
Hvørji jól, síðan forlagið varð sett á stovn, er Mín jólabók komin út.
Tær fyrstu jólabøkurnar høvdu bleytar permur, men síðan 2004 er jólabókin vorðin sum stór myndabók í litum við stívari permu. Innihaldsliga er hon broytt munandi við adventssøgu og ítrivi til børnini.
Krabbabøkur
Bókadeildin arbeiðir mangan í samstarvi við onnur um serligar útgávur. Til dømis geva við røðina við krabbabókum út saman við Námi.
Bókamessur
Bókadeildin tekur hvørt ár lut í altjóða bókamessu í Bologna og í Frankfurt am Main. Hetta verður gjørt fyri at kunna okkum um bókamarknaðin og fylgja við í rákinum innan barna- og ungdómsbøkur. Ein annar týðandi partur er at gera vart við okkum sum forlag og varpa ljós á okkara egnu rithøvundar og myndprýðarar.