Falska rósan

Falska rósan er eitt sjálvstøðugt framhald av teimum virðisløntu bókunum Ótrúliga søgan um Sally Jones og Drápsmansapan.

Rithøvundur: Jakob Wegelius

Týðari: Ása H. Ellefsen

Myndir: Jakob Wegelius

Útgávuár: 2021

Upprunamál: svenskt

Evni:

Síðutal: 332

Slag: innbundin

ISBN: 978-99972-0-654-1




Tann duldarfulli Harvey Jenkins hevur stóran áhuga fyri gamla bátinum, Hudson Queen, sum liggur við kai og verður umvældur. Koskola eigur bátin, og saman við Koskola er vinur hansara gorillan Sally Jones. Jenkins leitar eftir einum virðismiklum perlubandi, sum skuldi verið umborð á bátinum. Tíbetur finnur Sally Jones perlubandið fyrst. Koskola verður fongslaður og Sally Jones ger av at finna rætta eigaran hjá perlubandinum. Sally Jones verður førd úr tí hugnaliga Lissabon og endar í kriminellu undirverðini í Glasgow.


Aftur