Mín jólabók 2007

Jólabókin er sum vant  býtt upp í 24 partar við mynd av einum barni til hvønn partin.

Jólabókin er sum vant  býtt upp í 24 partar við mynd av einum barni til hvønn partin.
Perman er grøn og er gylt við gulli.

So meðan vindurin blæsur um geilar og tún, og regnið dukar á vindeygað, so hugna vit okkum heima, bæði stór og smá. Lesa eina søgu, gera jólaprýði, klippa og klistra, baka smákøkur og njóta jólini.
Alt hetta kann jólabókin brúkast til.
Søgurnar í bókini, sum eru nýskrivaðar, hava allar okkurt við jól ella vetur at gera. Eisini hevur eitt kent, gamalt jólalag fingið føroyskan búna, og mínsann um ikki jólaeingilin, Lítli Gutti, er sloppin upp í part eisini.
Jólabókin hevur altíð verið eitt høvi hjá listafólki at royna seg fyrstu ferð. Í ár eru bæði gamlir kenningar og nýggj listafólk við, bæði sum teknarar og søguhøvundar.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2007
  • føroyskt
  • jól, søgur, advent
  • 88
  • innbundin
  • 978-99918-1-580-0