So reyð sum blóð

Salla Simukka

Lumikki Andersson kennir alt til loynidómar og lygnir, men hon hevur eisini ta reglu ongantíð at leggja seg út í viðurskifti hjá øðrum.

Tá ið Lumikki ein dagin kemur fram á nógvar pengaseðlar, sum hanga blóðdálkaðir á einum snóri í myrkarúminum í skúlanum, verður tann reglan brotin.

Lumikki verður knappliga drigin inn í ta innasta av finsku undirverðini, fangað í eitt vandamikið net av mutri, sviki og drápi.

Hon er ikki longur eygleiðari, sum hon ynskir at vera, men er skotskiva.

Og hon noyðist at lumpa ein eirindaleysan drápsmann.

Hetta er fyrsta av trimum bókum í einari skakandi spenningsrøð.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2015
  • Salla Simukka
  • Jón Joensen
  • finskt (enskt)
  • krimi, mafia
  • 217
  • heft við klaffum
  • 978-99972-0-143-0