So hvít sum snjó

Salla Simukka

Onnur bókin í røðini um Lumikku, gentuna sum verður drigin inn í álvarslig brotsmál.

Eftir tær óhugnaligu hendingarnar í Helsinki, sum vit lósu um í So reyð sum blóð, er Lumikki farin til Prag at halda frí og sleppa burtur úr øllum rokinum í Helsinki.

Men hon fær ikki leingi frið. Stutt eftir hittir hon gentu, sum sigur seg vera hálvsystir hennara, og hóast Lumikki ikki fær seg at trúgva hesum, so verður hon drigin at hesari gentuni og samstundis drigin upp í álvarsliga brotsgerð, har trúgv og pengar stýra einum óhugnaligum spæli.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2016
  • Salla Simukka
  • Jón Joensen
  • finskt (enskt)
  • krimi, átrúnaður
  • 182
  • heft við klaffum
  • 978-99972-0-211-6