So svørt sum íbinviður

Triðja bókini í røðini um gentuna Lumikki, sum hevur ein fígginda við hjarta so svørtum sum íbinviði.

Rithøvundur: Salla Simukka

Týðari: Jón Joensen

Myndir:

Útgávuár: 2016

Upprunamál: finskt (enskt)

Evni: krimi, elting

Síðutal: 148

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99972-0-256-2




Eftir uppskakaandi hendingarnar í Prag er Lumikki farin aftur í skúla.

Hon fær høvuðsleiklutin í endurnýggjaða leikinum Snjóhvíta og hittir Sampsa - dreingin, sum spælir veiðimaðurin í leikinum.

Men Lumikki fær ikki gloymt fyrra vinmann sín, so hvønn skal hon velja?

Samstundis byrjar hon at fáa hóttandi boð á telefonini, og onkur veit um alt, sum hon tekst við ...


Aftur