M sum í Maggi

Tað besta, Maggi veit, er at sparka bólt. Hann droymir um at gerast yrkisleikari, men hann droymir eisini um Marjuna ...

Rithøvundur: Helena Lund-Isaksson

Týðari: Borghild Sjúrðarberg

Myndir: Maria Källström

Útgávuár: 2017

Upprunamál: svenskt

Evni: fótbóltur

Síðutal: 72

Slag: heft

ISBN: 978-99972-0-336-6




Ein dagin sigur venjarin, at liðið hjá Maggi skal á venjingarlegu í skótasmáttuni í Akurslíð, og at tey skulu gista har í eina nátt. Størsti kappingarneytin hjá GÍF, liðnum hjá Maggi, kemur eisini við, umframt Eplavík, sum er liðið hjá gentunum.

Maggi er bæði glaður, spentur og fjálturstungin. Hvussu fer tað at verða at sova aðra staðni enn heima? Fer liðið hjá honum at vinna? Og fer hann at tora at siga við Marjuna, at honum dámar hana?


Aftur