So vøkur tú ert

So vøkur tú ert sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður, ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teir møguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir.

Rithøvundur: Brynjulf Jung Tjønn

Týðari: Heðin M. Klein

Myndir: Exil Design

Útgávuár: 2018

Upprunamál: norskt

Evni: kærleiki

Síðutal: 115

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99972-0-414-1




TAÐ ER SUMMAR OG ALT ER ØÐRVÍSI. Mammubeiggin, Símun, flytir inn hjá Henriki og mammuni. Símun og Henrik hava altíð havt eitt tætt samband, men nú er Símun sjúkur, ógvuliga sjúkur. Henrik fortelur Símuni, at han hevur mussað Kjersti, eina gentu í flokkinum, men tað hevur hann ikki. Hann tordi ikki. Nú hevur Kjersti verið og ferðast í Italia, og Henrik hugsar um, um hon man hava saknað hann.


Aftur