Yrkingar

Heildarsavnið, ið fevnir um upprunayrkingar og týddu yrkingar Christians.

Rithøvundur: Christian Matras

Týðari:

Myndir: Heinesen, Joensen

Útgávuár: 2004

Upprunamál: føroyskt

Evni: yrkingar

Síðutal: 397

Slag: innbundin við leysari kápu

ISBN: 99918-1-418-3




Heildarsavnið, ið fevnir um upprunayrkingar og týddu yrkingar Christians.
Anne-Kari Skarðhamar úr Oslo, sum vardi doktararitgerð um skaldskap Christians í 2001, hevur í savninum eftirskrift um yrkingarnar og týðingarnar umframt hugleiðingar um skaldið. Anne-Kari er dr.art. og lektari á Læraraháskúlanum í Oslo. Hon hevur skrivað hópin av tekstum um bókmentir, lærubøkur um bókmentafrálæru og tvørfakliga frálæru í listalærugreinum.
Í bókini er yvirlit, ið vísir, nær hvør einasta yrking er yrkt, og somuleiðis eru broytingarnar, ið hava verið frá fyrstu til endaligu útgávu, skrásettar.
Gevur útgávan yvirskot, fer peningurin óskerdur í Grunn Kristjans á Brekkumørk, ið veitir sømdargávu til fólk, sum starva til frama fyri okkara móðurmál.


Aftur