Bardagin um Salajak

Johan Theorin

Fyrsta bókin í røðini Krýnikan um Jarmaland.

Hendingarnar fara fram í Svøríki í 14. øld - ein tíð við kríggi og valdsstríði, og har vittrur, álvur og lindormar vóru líka verulig og vandamikil sum svartideyði.

Høgt uppi í norðri, í fjallaborgini Salajak, vaknar kongliga vittruliðið og strekkir sínar veingir út eftir vetrardvalan. Teimum leingist eftir kjøti, feskum kjøti ...

Samstundis rýma tríggir beiggjar av garði sínum fyri at fara í part við herinum, sum skal steðga óndu gerðunum hjá vittrunum. Ein ferð, sum førir teir ímóti tí botnleysu avgrundini hinumegin Salajak, har gudinnan Hel hevur valdið.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2020
  • Johan Theorin
  • Vagnur Streymoy
  • svenskt
  • Filippo Vanzo
  • gandur, forn tíð, Svøríki, lindormur
  • 356
  • innbundin
  • 978-99972-0-556-8