Barn undir krígnum

Elin Mortensen

Barn undir krígnum í nýggjari útgávu. Bókin kom út á fyrsta sinni fyri tjúgu árum síðani og hevur leingi verið útseld.

Krígstíðin er týdningarmikil partur av søgu okkara, og nú 70 ár eru liðin, síðan bretar komu higar at verja land okkara, hildu vit, at hetta var júst rætta bókin at geva út.
Bókin lýsir tíðina, tá ið bretar hersettu Føroyar í 2. veraldarbardaga, og serliga hvussu børn upplivdu hesa tíðina.
Innihaldsliga er bókin hin sama, men fleiri aðrar myndir eru við umframt tær upprunaligu, sum kunnu lýsa hetta tíðarskeiðið við gleði og sorg.
 

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2010 (1990)
  • Elin Mortensen
  • føroyskt
  • kríggj, børn
  • 124
  • innbundin
  • 978-99918-1-779-8