Tá ið tú ikki eigur orð

Bókin er um drongin Kristian, hvørs pápi ger seg inn á hann kynsliga. Hon er um, hvussu trupult tað er at siga frá, tá ið ein persónur, tú eigur at hava álit á, ger seg inn á teg og brýtur tíni mørk. Bókin er eisini um, at tað er týdningarmikið at siga frá og at hava fólk rundan um teg, sum stuðla tær.

Rithøvundur: Carolin Philipps

Týðari: Gitte Klein

Myndir: Ursula Kothgasser

Útgávuár: 2013

Upprunamál: týskt

Evni: blóðskemd, insest, kynsligur ágangur

Síðutal: 112

Slag: heft við klaffum

ISBN: 978-99972-0-001-3




Kristian livir í einari at síggja til normalari familju. Men hann hevur leingi havt eina nívandi pínu í búkinum. Tað er hetta við, at pápi hansara noyðir hann at spæla mannfólkaspæl, og at hann ikki torir at siga nøkrum frá hesum. Hann letur bara tann ræðuliga loynidómin koma til sjóndar á tekniblokkinum ...

 

Í eftirmælinum á hesari bókini sigur Carolin Philipps:
Heimurin, sum vit liva í, er ein heimur, har orð hava stóran týdning: í familjuni, í vinabólkum, í skúlanum, í arbeiðinum, í fjølmiðlunum. Uttan orð er tað trupult at samskifta. Gleði og vreiði, kærleiki og hatur, eydna og sorg, heiður og ábreiðsla, vónbrot og øði. Øll hesi hugtøkini lýsa vit við orðum.
Øll kenna løturnar, tá vit ikki hava orð fyri tí, vit uppliva, tí tað annaðhvørt er ov stórbært ella ov ræðuligt.
 


Aftur