22 Places

Larissa Kyzer

Ein spildurnýggj bók til útlendsk ferðafólk: 22 støð tú bara mást síggja í Føroyum! Teksturin er á enskum.
Bókin er gjørd í samstarvi við íslendska forlagið Crymogea.

 

Ein spildurnýggj bók til útlendsk ferðafólk: 22 støð tú bara mást síggja í Føroyum! Teksturin er á enskum. Bókin er gjørd í samstarvi við íslendska forlagið Crymogea.

 

Tey 22 støðini í Føroyum eru: Mykines, Gásadalur, Kvívík, Vestmanna, Saksun, Tjørnuvík, Slættaratindur, Risin og Kellingin, Gjógv, Funningur, Oyndarfjørður, Kunoy, Viðareiði, Fugloy, Klaksvík, Gøta, Tórshavnar havn, Tinganes, Kirkjubøur, Koltur og Hestur, Sandoy og Suðuroy.


Í fororðunum verður m.a. sagt um Føroyar, at í hesum friðsælu oyggjum tykjast tað nærum, sum tíðin stendur still. Men sjálvt um fólkið verjir sín mentanararv, hava Føroyar verið fyri ómetaliga stórum broytingum, sum hava formað tær til tað heilt serliga, tær eru í dag. At vitja á øllum hesum 22 fantastisku støðunum fer ikki at avdúka allan loynidómin, men tey eru ein byrjan, sum fer at gera, at tú fert at vilja vitja hetta staðið og hesi fólkini aftur og aftur.

 

Tað er eyðsæð, at fotografurin hevur drúgvar royndir, flestu myndirnar eru serligar og mangan als ikki soleiðis, vit eru von at síggja okkara oyggjar avmyndaðar. Hóast bókin fyrst og fremst er ætlað ferðafólki, so er hon avgjørd verd hjá okkum føroyingum at ogna sær.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2014
  • Larissa Kyzer
  • enskt
  • Páll Stefánsson
  • ferðavinna, Føroyar, foto, myndir
  • 98
  • innbundin við leysari kápu