Dinosauravinir. Svimjikappingin

Onnur bókin um dinosauravinirnar Rasmus og Trygva.

Kom við til Dinosauraríkið og hoyr eina spennandi og stuttliga søgu um Rasmus og Trygva og allar hinar dinosauravinirnar.

Rithøvundur: Lars Mæhle

Týðari: Silja Aldudóttir

Myndir: Lars Rudebjer

Útgávuár: 2021

Upprunamál: norskt

Evni: dinosaurar

Síðutal:

Slag: innbundin

ISBN:




Rasmus Rex er á sandinum saman við allari familjuni og sínum besta vinmanni Trygva. Rasmus dugir ikki so øgiliga væl at svimja, so tað er nokk so strævið, tá stóribeiggin, Regin, bjóðar Rasmusi og Trygva av í svimjikapping. Mamma Rex sigur, at eitt risastórt sjóskrímsl er í vatninum, og at teir ikki sleppa at svimja út til oynna. Hetta verður ein spennandi svimjikapping við nógvum nýggjum dinosauraupplivingum.

 

 


Aftur