Og so veit eg eina vakra søgu

Um forlagið Bókadeild Føroya Lærarafelags. Greitt verður frá teimum 50 árunum, sum eru liðin, síðani Bókadeildin varð stovnað.
Um barnabókmentir, bókaútgávu, bókaklubba, Mína jólabók og barnablaðið Strok.

Rithøvundur: Erhard Jacobsen

Týðari:

Myndir:

Útgávuár: 2006

Upprunamál: føroyskt

Evni: barnabókmentir

Síðutal: 306

Slag: innbundin

ISBN: 99918-1-527-9




Í samband við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fylti 50 ár í 2006, varð heitt á Erhard Jacobsen, cand. scient. og bókavørð, at skriva um virksemið hjá Bókadeildini. Erhard hevur starvast á forlagnum í nógv ár og hildið varð, at hann hevði tær fortreytir, ið skuldu til, at kunna skriva um forlagið og tess útgávur.
Heitið á bókini er lænt úr sanginum hjá Hans Andriasi Djurhuus: Lítli beiggi, tú mást ikki gráta. Permumyndina hava vit lænt frá Elinborg Lützen og er grafiskt prent av ommuni, ið situr á bríkini og sigur søgur fyri børnunum. Nútíðin hevur tó sníkt seg inn við tí heita reyða litinum rundan um myndina.
Bókin er ein forvitnislig frágreiðing um virksemi hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags frá 1956 til 2006, um Mína jólabók og um Barnablaðið. Eisini eru bøkurnar, ið Bókadeildin hevur givið út, bæði lýstar og settar í søguligan samanhang og nomið verður eisini við kjakið um føroyska málið í barnabókum, og um tað er rætt at siga, at føroyskar barnabøkur eru keðiligar.
Hetta ger bókina bæði áhugaverda at lesa, men eisini væl egnaða sum grundbók hjá teimum, ið hava fyri neyðuni at kunna seg um barna- og ungdómsbókmentir.
Aftast er rúgvusmikið tilfar um útgávur, nevndarlimir, týðarar, myndprýðarar og rithøvundar, sum Marna Jacobsen hevur savnað og skipað.
 


Aftur