Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Jakobina, kvørkveggjan

    Wolf Erlbruch

    Myndabók eftir heimskenda myndprýðaran Wolf Erlbruch.

    Jakobina stúrir fyri so øgiliga nógvum. Hevur hon latið nóg nógvar rosinur í kakuna? Og hvat nú um sólin ikki rísur í morgin, ella eitt flogfar dettur niður í radisubeðið? Men ein morgun finnur hon ein neyðarsligan kvørkveggjuunga úti í garðinum. Og tá fær hon veruliga eina góða orsøk til at stúra! Hetta verður ein herlig tíð hjá Jakobinu, og Jákup hevur ongantíð sæð hana smílst so loyndarfult áður.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2018
    • Wolf Erlbruch
    • Silja Aldudóttir
    • týskt
    • Wolf Erlbruch
    • stúran, angist
    • 30
    • innbundin
    • 978-99972-0-372-4