Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Leyp nú, Eva! (Kemur í apríl)

    Rakel Helmsdal

    Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur?

    Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr?

    Eva og vinfólk hennara sleppa at spæla við í einum ordiligum sjónleiki, og tað er sum ein dreymur – men skjótt hópa loyndarmálini í Seraphia Teatri seg upp. Ein spennandi søga um loyndarmál og gátur, syrgiligar lagnur og lívsjáttandi dirvi – kom nú, leyp nú, Eva!

    Bókin er sjálvstøðugt framhald av Hugo-bókunum.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2024
    • Rakel Helmsdal
    • Føroyskt
    • Kathrina Skarðsá
    • Spenningur, loyndarmál, gátur
    • 295
    • Innbundin
    • 978-99972-0-962-7