Søgan um Babar

Fyrsta bókin um fílin Babar eftir franska høvundan Jean de Brunhoff, Histoire de Babar, kom út á fronskum í 1931. Bókin Le Roi Babar kom út í 1933.

 

Minnist hvussu tað var, tá stavirnir fóru at gera orð, og orðini fóru at liva og krøkja seg at øðrum orðum, til tey ikki longur vóru bara orð, men tankar og myndir og søgur. Tað var í einari stovu í Klaksvík, har sum vit búðu í nøkur ár. Koyri viðhvørt framvið og síggi, at tað hevur fingið gøtunavn og húsanummar. So hyggi eg upp í hetta vindeygað og síggi meg sjálvan sita harinni og peika niður í bókina og siga spakuliga hvørt orðið sær.

   Hvør bókin var, ella hvat hon var um, minnist eg ikki. Kanska var tað Per-bókin: Per átti ein hund, sum vit ikki máttu kalla Doyð, tí Per segði, at vit máttu ikki pína …, og tað var at banna.

   Tá í tíðini vóru ikki so nógvar bøkur ella bløð hjá børnum at lesa, men ein var heilt sjáldsom, og tað var ein, ella í grundini tvær, sum mamma okkara kom við.    Tað vóru nøkur ár seinni, og vit vóru flutt til Havnar, niðan á Háls. Mamma okkara var donsk, tað summarið hevði hon verið niðri, og tá hon kom heimaftur, hevði hon tvær klænar bøkur við stívari permu at geva okkum. Danskar bøkur dugdu vit væl at lesa, men hesar vóru á einum heilt øðrum máli við nógvum c’um og x’um allastaðni. Mamma segði, at tær vóru á fronskum, og so setti hon seg á songina og las fyrst tey løgnu orðini og segði so, hvat tey vóru um.

   Tað var ótrúligt, at hon kundi duga tað. Føroyskt og danskt, tað var so líkatil við tí, og onkra enska bók áttu vit eisini í bókahillini. Men franskt:) Viðhvørt, tá tað regnaði, lótu vit hesar bøkurnar upp og royndu at siga orðini og spældu, at nú skiltu vit eisini franskt.

   Bøkurnar itu Histoire de Babar og Le Roi Babar og vóru um tann unga fílin Babar, sum er flýggjaður úr frumskóginum, tí mamma hansara varð skotin. Hann kemur til ein stórbý og hittir eina fitta, gamla konu, sum keypir honum ein grønan klædning og lærir hann at skikka sær sum fólk og ganga upprættur á afturbeinunum. Hann fer seinni aftur til fílaríkið. Har er kongurin nýliga deyður, og nú kemur ein sendinevnd til Babar at biðja hann til kong, tí hann hevur livað millum klók fólk og hevur lært so nógv.

   Babar tekur av. Og nú verður skógurin ruddaður, og ein stórur býur við beinum gøtum og vøkrum húsum og viðarlundum og øllum verður bygdur. Babar hevur ein gamlan, klókan fíl at hjálpa sær. Hann eitur Cornelius, og hesin fílurin dugir at seta alt í verk, sum Babar gevur boð um, tað er bara at peika, so verður tað gjørt. So Cornelius verður bæði løgmaður og herovasti og gongur sum eitt pyntað ríkisumboð hvønn dag millum hinar fílarnar, ið nú ganga á afturbeinum eisini og í klæðum sum fólk.

   Babar fær sær eitt systkinabarn til drotning, og nýggi býurin eitur Celesteville eftir henni. Tey fáa fýra børn, tvær gentur og tveir dreingir, og í tí stóra barnakamarinum spæla tey í einari reiggju, sum er bundin føst í fílatennirnar á Corneliusi, meðan tey bæði Babar og Celeste hyggja at og gleðast um, at alt er blivið akkurát so gott og trygt, sum tey høvdu ætlað tað at vera.

   Seinni eri eg onkuntíð komin fram aftur á hesar bøkur og havi hildið minni um tær enn tá. Eru hesir fílarnir ikki bara ein mynd av teimum litaðu ella tilafturskomnu fólkasløgunum, sum eiga at læra av teimum framkomnu hvítu, sum vilja teimum væl og menna tey til at duga tað sama sum tey sjálvi:) Er hetta ikki ein heldur óhjálpin hjálandasøga, tann gamla fitta konan og alt tað:)

   Kanska. Vit fóru sjálv út í tilafturskomnu verðina og hildu okkum síggja, at tað vóru ikki siðir og sinnalag, men heldur fátækradømið, sum gjørdi munin. Og kortini var okkurt í hesum bókunum, sum sat eftir í huganum. Tær lótu lúkur upp til eina dreymaverð nógv øðrvísi enn heimurin hjá Peri og hundinum Doyð. Vit kendu væl Cornelius, tað var ein maður, sum hvønn dag gekk niðan á grannatrøðna at geva hønum og dunnum. Men hann var eisini fílurin, sum skipaði fyri at gera ein vakran og liviligan bý mitt í frumskóginum og ímóti øllum líkindum.

   Hetta og mangt annað høvdu hesar klønu bøkur sett inn í høvdið. Og tað enntá á einum máli, sum vit einki vistu um, fyrr enn vit hoyrdu tað lisið og týtt til okkara egna heimamál.



Aftur