Eva Eriksson

Eva Eriksson er svenskur myndprýðari og rithøvundur, fødd í 1949. Hevur serliga gjørt humoristiskar og søtleikafyltar myndir. Myndirnar eru av barndómi og familjulívi, kenslubornar og fjálgar og altíð við eitt sindur av ørskapi í. Tær eru realistiskar, klassiskt bygdar við ljós og skugga-virknaði. Persónar og dýr hava eitt livandi kropsmál og trillrund andlit. Hon arbeiðir deils við tussj og akvarell, í svørt/hvítum og við blýanti og við litblýanti.

 

Myndprýðingar:

1986 Marjun hin nítjanda desember (Margreta Strømstedt)
1987 Marjun ein dagin í mai (Margreta Strømstedt)
1990 Bilurin hjá Peri (Barbro Lindgren)
        Vognurin hjá Peri (Barbro Lindgren)
1991 Marjun flytir í Paradísið (Margreta Strømstedt)
1992 Ribbaldurin Bibbi og mamman (Barbro Lindgren)
1997 Baljan hjá Peri (Barbro Lindgren)
        Lampan hjá Peri (Barbro Lindgren)
2003 Potturin hjá Peri (Barbro Lindgren)
        Barnið hjá Rósu, Vit bíða eftir storminum, Ein halastjørna er komin, Sært tú Rósa, skýggini, Rósa hyggur at verðini í Ein halastjørna er komin
        Suttan hjá Peri
2004 Stóra bókin um ribbaldin Bibba (Barbro Lindgren)
2006 Danditræið í Spøkilsið sum flenti
2012 Sunnudagur (Kim Fupz Aakeson)
         Suttan hjá Peri, 2. upplag (Barbro Lindgren)
         Vognurin hjá Peri, 2. upplag (Barbro Lindgren)
2017 Revur og jólavættur
2018 Jóna fer eftir sokkum
         Jóna krógvar seg
2022 Jóna etur alt
         Jóna setir seg

 

Umrøða:

Pia Huss: Barbro bjöd in mig till sitt land! Opsis Kalopsis 4/desember 2008
Annika Gunnarsson: Eva Eriksson í Contemporary Swedish Illustrators 2013

 

 

 

 


Útgávur