Janus á Húsagarði

Janus á Húsagarði er føddur í Tórshavn 13. desember 1975.
Hann hevur teknað, síðan hann var smádrongur. Tað veit hann, tí hann ein dagin hitti ein, hann gekk í barnagarði saman við, sum spurdi hann, um hann framvegis teknaði líka nógv.
Tá ið Janus var liðugur at ganga í skúla, arbeiddi hann umborð á Norrønu í seks ár ella rættari í seks summur, tí um veturin fjakkaði hann serliga í Asia. Á fjakkaraferðunum hevur hann teknað alla staðni, hann kom fram, og fekk nógvan íblástur, haðani hann ferðaðist.
Síðani hevur Janus lært til snikkara og hevur búð úti á bygd í Føroyum í nógv ár, men er nú fluttur til Havnar.
Janus arbeiðir nú sum snikkari, men brúkar nógv av sínum fríløtum at tekna. Dreymurin er at kunna brúka enn meira tíð uppá at tekna, mála, dreya og telgja trælutir.

 

Myndprýðingar:
2006 Dunnuungin Pu (Jógvan Edmund í Geilini)
        Mín jólabók
2007 Mín jólabók
2008 Ferðin hjá Mosamollis
2009 Elifantilsi, Mín jólabók 2009 (Alexandur Kristiansen)
2010 Ferðin hjá Mosalisu
         Mín jólabók
2011 Veiða vind (Rakel Helmsdal)
          Hin klóka æðan (Oddvør Johansen)
          Mín jólabók
2013 Mín jólabók
2014 Mín jólabók
2015 Vættrajól
2016 Mín jólabók

 

Umrøða:

Beate L. Samuelsen: Ein virkin listamaður á Áarvegnum. Dimmalætting, Ólavsøkublaðið 2009
Beate L. Samuelsen: Moslisa hjá Janus á Húsagarði. Dimmalætting 25. juni 2010

 


Útgávur