Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Moni Nilsson

    Foto: Karl Gabor.

    Moni Nilsson er svenskur rithøvundur og er fødd í 1955 og uppvaksin í Stokkhólmi.
    Tá ið fyrsta barn hennara Jojo fór í barnagarð, setti hon sær fyri at skriva eina bók. Bókin var Bartolomeus och spöket. Síðani helt hon, tað fór at vera einki fyri at skriva og geva bøkur út, men hon fekk annað at síggja.
    Aftaná nógvar royndir og umskrivingar fekk hon endiliga eitt forlag at ganga við til at geva út fyrstu bókina um Tsatsiki, tá var hon blivin 40 ár. Síðan hevur hon verið sera viðurkendur rithøvundur.
    Moni sigur sjálv at vilt tú gerast rithøvundur er gott at hava eydnuna við tær og eisini at vera treisk. Og at hava nakrar lívsroyndir. Leiðin hjá Moni fram til rithøvundavirki gekk gjøgnum mállesnað, flogfarsvaskara, læraravikar, barnagarðshjálp, týðari, sølufólk, starv í barnaútvarpi, skrivari og mangt annað læruríkt. Tað læruríkasta var tó at gerast mamma.

     

    Útgávur:

    2001 Tsatsiki og mamman
             Tsatsiki og pápin
    2002 Bara Tsatsiki
             Tsatsiki og kærleikin
    2003 Tsatsiki og Retzina
    2005 Seturskúlin
    2007 Malan + Rasmus = kærleiki
    2008 Salmiakk og Spøki
    2009 Salmiakk og Hedda
    2016 Tsatsiki og Hamarin
             Tsatsiki og mamman (2. upplag)
             Tsatsiki og pápin (2. upplag)
             Bara Tsatsiki (2. upplag)
             Tsatsiki og kærleikin (2. upplag)
             Tsatsiki og Retzina (2. upplag)
    2017 Tsatsiki og olivinkríggið
    2022 Eg elski teg longu í morgin

     

    Ummæli/Umrøður:

    Helena Lumholdt: ”Lång väg till Tsatsiki.” Opsis Kalopsis nr 3/2001
    Knut Anders Løken: En moderne Karlsson. barnebokkritikk.no/ 23. apríl 2008

     

    Heiður:

    1997 Bokjuryn fyri Bara Tsatsiki
    1998 Nils Holgersonplaketten fyri Bara Tsatsiki
    1999 Wettergrens barnbokollon fyri bøkurnar um Tsatsiki
    1999 BMF-plaketten fyri Tsatsiki og kærleikin
    1999 Din bok-vårt val fyri Tsatsiki og kærleikin
    1999 Bokjuryn fyri Tsatsiki og kærleikin
    2001 Bokjuryn fyri Tsatsiki og Retzina
    2003 Bokjuryn fyri Malan+Rasmus=Kærleiki
    2005 Tower of Babel honour (Estland) fyri Tsatsiki og Kærleikin
    2010 Astrid Lindgren-priset

     

    Heimasíða:

    www.moni.se

     

     

     

     


    Útgávur