Í ár eru 30 ár síðan, Rakel Helmsdal lat úr hondum sína fyrstu bókaútgávu. Tað var barnabókin Tey kalla meg bara Hugo frá 1995. Síðan tá hevur Rakel útgivið 29 bøkur til allar aldrar – nærum eina bók um árið. Harumframt hevur hon útgivið stuttsøgur, yrkingar, týðingar og annað í tíðarritum og søvnum, so sum Mín jólabók. Íroknað teimum tekstum, hon hevur ritstjórnað, verður hetta til samans yvir 11.000 útgivnar síður.
Hóast 30 ár ljóðar av nógvum, sigur Rakel, at hon gerst eitt sindur bilsin av talinum, tí tað ikki kennist, sum at so long tíð er gingin. Í arbeiðinum sum høvundur hevur Rakel fleiri yndisløtur – ein teirra er, tá hon fær eitt so gott hugskot, at hon ikki kann lata tað fara, men má skriva. Kenslan av av fáa eina nýprentaða bók í hondina og at fáa ummælir er eisini sera góð. Allarbesta løtan er kortini, tá hon hittir ein lesara, sum hevur hug at tosa um lesiupplivingina av einum av hennara verkum, tí tað er tað, øll list snýr seg um - samskifti.
Rakel hevur skrivað í nógv meira enn 30 ár, satt at siga altíð, og hon kallar Port Janua, sum er býurin, har m.a. tær fýra Hugo-bøkurnar og Leyp nú, Eva! ganga fyri seg, fyri sína hugskotsmaskinu.
Spurd um, hvør av hennara bókum er hennara yndisbók, sigur Rakel, at tað er næstan líka ringt at velja eina av sínum bókum til yndis, sum at velja eitt av sínum børnum burturúr, men um hon skal, hevur hon hug at nevna bókina Kjarr frá 2020. Hendan søgan, har tekst- og myndafrásøgn ganga upp í eina hægri eind, bleiv bókin, sum hon hevði droymt um: ein myndprýdd skaldsøga fyri vaksin.
Skaldsøgan Toran gongur frá 2023 er í ár komin út í bæði Noregi og í Estlandi. Um týðingar sigur Rakel, at tað er størsta viðurkenningin, tú kanst fáa sum rithøvundur.
Við hesum ynskir BFL Rakel Helmsdal hjartaliga til lukku við 30 árunum sum útgivin rithøvundur. Vit vóna sjálvandi, at vit ikki hava sæð tað síðsta frá henni enn.
