Handrit

Hevur tú skrivað eitt handrit til eina barna- ella ungdómsbók, so vilja vit fegin lesa tað.

 

Send okkum handritið hjá tær sum eitt Word-skjal við skriftstødd 12 til handrit@bfl.fo. Tað er umráðandi, at tú ikki sendir fílurnar við einum fílsendara á netinum, t.d. Dropbox ella WeTransfer.

Vit lesa øll handrit, sum koma inn, men orsakað av høgum arbeiðstrýsti, kann tað ganga upp til tríggir mánaðir, til tú hoyrir frá okkum. Men øll fáa svar.

 

Nýggjur rithøvundur?

Um hetta er fyrstu ferð, tú skrivar okkurt við útgávu fyri eyga, mæla vit til, at tú tryggjar tær, at handritið er so liðugt, sum gjørligt, áðrenn tú sendir okkum tað. Okkara fyrsta og fremsta krav er, at teksturin hevur eina góða, heilskapaða søgu, sum hongur saman. Tú kanst eitt nú lesa handbókina “Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu!”. Bókin er full av góðum skrivipreium.